JN

Arbeiðsskaði á Faroe Pelagic

...

2013-08-14 15:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Maðurin, sum um tvey tíðina í gjár var fyri einum arbeiðsóhappi á Kollafjørð Pelagic, var illa fyri, tá hann kom á Landssjúkrahúsið. Hann var blivin kleimdur millum loftið á virkinum og eina skipan, sum lyftir erskjur. Hann var ikki við vit, tá hann varð funnin, og mátti fáa fyrstuhjálp, til sjúkrabilurin kom á staðið.


Maðurin er nú undir efirliti á sjúkrahúsinum, men tað ber ikki enn til at siga, um støðan er stabil, tað skrivar portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder