Vinna

Arbeiðsskaðar og ábyrgd

...

2018-12-26 20:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hoyra javnan arbeiðsgevarar/reiðarar møsna um hvussu raskir hesir
eru at útvega/skapa arbeiðspláss til fólk og land.Sjálvandi eru slíkar útmeldingar kærkomnar fyri flest øll - eisini landskassan.
Men tá tað kemur til fiskiskap/sjóvinnu fylgjast ábyrgd og veruleiki als ikki,
tí reiðarar eru leysir av sínum fiskimonnum,tá hesir stíga fótum á land.
Tað er eingin loyna,at fiskiskapur mangan er baldrutur og tí eisini sera
vandamikil sum arbeiðspláss.
Arbeiðsøki /dekkið - við hentleikum,mannagongdum,útgerð og reiðskapi,
oftast samla á einum minimalum øki,har mangan er trongligt tá - koyrast
skal út/setast - hálast/dragast - eisini er øki til hagreiðing av veidda fiskinum
ofta trongligt.Hesi viðurskifti saman við møði,rulli og illveðri,eru mangan ársøk
til teir skaðar fiskimenn fáa av at arbeiða undir slíkum umstøðum.
(Tíbetur eru arbeiðsumstøðurnar á flestu fiskiskipum betraðar,seinastu árini)

Við tí vága fyri skaða fiskimenn ídag eru fyri,er neyðugt at fáa reiðarar at taka ábyrgd.Tí er ein sáttmálabundin arbeiðsskaðatrygd neyðug,har reiðarar hava skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og veruligu hýruna,fiskimenn vildu fingið útgoldið,um arbeiðsskaðin ikki hendi.

- Um fiskimaður doyr umborð,skal reiðari EISINI rinda eftirsitandi
sambúgva/børnum undir 18 ár løn fyri allan túrin,tá viðkomandi doyr,og
6 mánaðar fram.
Hesi viðurskifti eiga reiðarar sjálvandi at taka ábyrgd av og ikki sum nú - bert av veiðitólið og fiskirættindum.
- Tí fiskimenn halda lív í reiðarum - ikki øvut.


Vestmanna 26 12 2018

Axel Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder