2018-04-26 11:57
Heimskendi hitbólkurin fer at framføra á Vágsbø
Nú kemur heimskendi hitbólkurin Aqua fyri fyrstu ferð til Føroya at framføra. Bólkurin, sum í 1996 fekk rungandi altjóða gjøgnumbrot við sanginum Barbie Girl, fer at framføra øll síni altjóða hitt á Summar Festivalinum í august.
Tað var í 1994, at tónleikararnir í Aqua fyrstu ferð funnu saman, og tvey ár seinni kendi allur heimurin bólkin. Fyrsta risahittið hjá Aqua var Barbie Girl, og so var leiðin slóðað inn á hitlistarnar, har eisini sangir sum My Oh My, Doctor Jones, Turn Back Time, Cartoon Heroes, Around The World og aðrir sangir klatraðu upp á tindarnar.
Part av 00???unum høvdu tónleikararnir í Aqua solokarrieru, men í 2008 funnu tey saman aftur og hava síðani framført kring allan heimin. Nú er tíðin komin, at Aqua kemur til Føroya við øllum teirra stóru hittum og fer at geva føroyingum ársins festligastu konsert á Vágsbø.
Lene Nystrøm, René Dif og Søren Rasted eru høvuðsfólk í Aqua, og afturat sær hava tey ein knívhvassan tónleikabólk, sum lyftir løttu poppsangirnar hjá Aqua upp á ein høgt tónleikastig á pallinum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 9. til 11. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald