Mentan

Andakt

...

2022-01-07 12:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt nýtt ár

???Í tíni hond eru forløg míni!???Sálmur 31.

Hvat fer tað nýggja árið at geva okkum? Sleppa vit at hava heilsuna og at hava hvønn annan? Fær friður og semja størri vald her hjá okkum og kring heimin? Verða tyngri byrðar lagdar á okkum í ár? - vit vita einki, men fara bara inn í eitt ókent land.

Vit hava tíðina fyri okkum, verður ofta sagt. Men tað er ikki satt. Vit hava tíðina aftan fyri okkum, um framtíðina vita vit einki uttan bara, at lív okkara hevur eina avmarkaða longd, ein dag vil tíðin, ið er tilmáld okkum, vera brúkt upp. Mong góð ynski fyri tí nýggja árinum vera søgt í hesum døgum, og tey eru vist væl meint, men hvussu nógv eru góð ynskir verd? Eru vit ikki undirløgd tær øgiligu kreftir, sum vit standa máttleys yvir fyri?

Man ikki vera rætt at kanna, um tað er eitt stað, har vit kunnu lána nøkur sterk orð, sum megna at vera okkum til ugganar? Tá er gott at kunna leita til Halgubók og Sálmabókina - har verður sagt nakað, sum svarar til okkara djúpasta tørv.

???Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.???. Ikki soleiðis at skilja, at tað er upplýst allan vegin. Men lyktin vísir okkum, hvar vit skulu stíga, tá ið vit taka næsta fetið, og meira nýtast vit ikki at vita. ??? ???at síggja allan veg mær tørvar ei, við eitt stig hjálpist eg.??? syngja vit.Lær meg at kenna vegir tínar og ganga teir við treysti stig fyri stig. Júst soleiðis: ???Stig fyri stig??? Avgerandi er ikki at fáa at vita, hvat bíðar okkum í ovurmorgin, men tað er at vera í Guðs hondum í dag og hvønn dag. ??????Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái???: tað er nakað í sinni okkara, ið sigur, at hetta er tað rætta.

So vilja vit royna um vit dag eftir dag klára at hava lyktina tendraða og ljósið lýsandi, so at vit ikki villast, men verða verandi á heimvegnum, hvat so annars hendir.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder