Mentan

Andakt: Hann er til arbeiðis

...

2021-11-12 13:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hann er til arbeiðis

???Jesus svaraði teimum: Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.....???.Jóhannes evangeliið kapittul 5.

???Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.??? segði Jesus. Ikki bara jødarnir, men eisini mong við teimum, rokna Guð sum ein, ið av aldri ikki longur er til arbeiðis, men av møði hevur lagt frá sær. Hann var virkin einaferð ??? sera virkin og arbeiðssamur, tá ið hann skapti himmal og jørð, sól, mána og stjørnur, hav og land, fiskar, djór, fuglar og blómur ??? ja, enntá menniskjuni. Hetta var eitt sera gott og væl designað arbeiði. Men av hesum megnar gerningi gjørdist Guð troyttur og lúgvaður og mátti leggja frá sær sjeynda dagin fyri at hvíla seg. Síðani fór hann ongantíð aftur til verka. Hann setti seg á ein stól, ja, í hásæti, har var hann sitandi og situr enn tilbiðin av stórari einglafjøld.

Ein slíkur átrúnaður verður nevndur deisma, sum merkir, atGuð hevur skapað heimin, og stendur uttan fyri heimin, men sær heimin sum eitt fullkomið urverk, ið gongur av sær sjálvum, uttan at Guð skal gera nakað sum helst.

Hesin Guð við krosskastaðum ørmum og beinum líkist ikki tí Guðsmynd, sum Jesus hevði. Hann lærdi okkum nettupp um ein Guð, sum er virkin, ein Guð, sum ongantíð hvílir seg, men er til arbeiðis alt samdøgurði, og hvørs gerningur ongantíð verður liðugur so leingi heimurin stendur. ???Faðir mín arbeiðir inn til nú,??? segði hann. Skapanin merkir ikki bara okkurt, sum hendi einaferð fyri túsundtals árum síðan. Skapanin er bæði fortíð, nútíð og framtíð. Hin kristni Guð eitur "Guð um ævir allar", tað vil siga, ein livandi Guð, sum ikki er bundin av tíðina. Menniskja kann tí ikki rokna seg fram til tíð og tímar nær skapanin hendi. Og skapanin er heldur ikki at enda komin.

Guð er ikki fjarður

At nevna Guð fyri faðir, er úttrykk fyri trúnni á, at Guð hevur umsorgan fyri børnum sínum, á sama hátt sum ein góður faðir hevur umsorgan og kærleika til síni børn. Hin kristna kirkjan trýr á, at Guð er tætt hjá skapningi sínum. At Guð ikki er ein fjarður Guð, sum hevur tikið seg aftur, eftir at hava skapað alt fyri langari tíð síðan. Bíblian lærir okkum um trúnna á, at Guð framvegis vísir seg gjøgnum skaparverk sítt: ??? ??sjónliga vera hansara, bæði ævigi máttur hansara og guddómsleiki hansara, hava veri at sæð síðan heimurin var skapaður, og eru støðugt at síggja av gerningum hansara.

Okkara mynd av Guði, vildi gjørst munandi ríkari og samlívið við hann øðrvísi, um sýn okkara upp á hann var hetta: at Guð er ein faðir á himli, sum arbeiðir. Túsund træðir savnast í hondum hansara, og nógvar arbeiðsætlanir eru í tonkum hansara. Hann harmast, tá ið ríki hansara gongur aftur á jørð, tá ið kirkjan gerst líkasæl, og hann gleðist, tá ið ríki hansara vinnur fram. Arbeiðsdagur hansara røkkur yvir túsuntals ár og umfatar bæði fólkasløg og kirkjur og hvørt einstakt lítið menniskja.

Jesus arbeiðir eisini

Eisini eg arbeiði, sigur Jesus. Ja, hann arbeiðir eisini alt samdøgrið. Hann arbeiddi í lýsingini við Genesaretvatnið, tá ið hin máttlítli Pætur hevði roynt til fánýtis alla náttina. Hann arbeiddi á middegi, tá ið tað var allar heitast á degnum, og konan úr Sámariu hevði leita sær út til brunnin at draga vatn. Hann arbeiddi á kvøldi, tá ið hann innsetti hina heilagu kvøldmáltíðina ??? annað av okkara sakramentum. Hann arbeiddi á miðjari nátt, tá ið Nikodemus í ráðaloysi leitaði hann upp. Hann arbeiðir, tá ið hann svarðar tínum og mínum bønum. Jú, hann er á vakt bæði nátt og dag.

Guð býr á himli, stendur í Gamla Testamenti. Ja, soleiðis stendur um hann, og at hann er ein ævigur bústaður. Men víðari lesa vit, at hansara ævigu armar eru her niðri. Og í hansara ævigu ørmum her niðri, eru vit sett at arbeiða fyri hann ??? og saman við honum - at vera hendur hansara.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder