2015-09-17 18:02
Partrolararnir Jaspis og Ametyst komu á Havnina um middagin við 280.000 pungum, harav 245.000 pund er upsi og 35.000 pund er onnur fiskasløg, sum teir landa til Barðið í Havn.
Teir byrjaðu túrin 8. september, teir royndu fyrst vestanfyri, men hava teir seinastu dagarnar roynt eystanfyri.
Okkara metan er, at veiðan verður seld fyri góðar kr. 1,3 mill.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald