
FSN.fo skrivar: Tá ið línuskipið Kambur herfyri vildi sleppa at leggja 50 tons av fiski upp í Íslandi, og at føra fiskin til Føroya í bingjum, noktaði Høgni Hoydal landstýrismaður at geva loyvi, sum krevst í fiskivinnulóggávuni.
Sambært galdandi lóg skal allur fiskur landast í Føroyum, men kortini heimilar lógin landsstýrismanninum at geva undantøk, tá ið talan er um force majeure, tað merkir umstøður, sum koma óvart á.
Slíkt undantak kundi skipið sambært krøvunum í lógini ikki fáaa.
Tað var hetta sum var orsøkin til, at Kambur ikki fekk loyvi til, at leggja 50 tons upp í Íslandi, og at føra fiskin heim til Føroya í bingjum, tí at kvotan hjá Kambi er 280 tons, men hann tekur bara 230 tons av frystum fiski.
Orsøkin til, at allur fiskur skal um føroyskan bryggjukant, er at tryggja, at sum mest kemur upp á land í Føroyum og skapar føroysk arbeiðspláss á landi.
Tá upprunaliga lógaruppskotið var lagt fyri Løgtingi var ætlanin, at 75 prosent av øllum fiski skuldi landast í Føroyum, men Løgtingið broytti tað, soleiðis, at nú stendur tað í lógini, at alt skal landast í Føroyum.
Nú hevur so landstýrismaðurin aftur skotið upp at gera reglurnar smidligari so at hann fær heimild til at gera undantak, eisini tá ið talan ikki er um force majeure. Eitt dømi er at fiskifar skal fáa loyvi at leggja fisk upp aðrastaðni, um veiðan seinni verður flutt til Føroyar og seld her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald