Føroya Sílaveiðufelag hevur sent Tórshavnar Kommunu soljóðandi skriv:
Viðvíkjandi málinum um KOKS við Leynavatn
Føroya Sílaveiðifelag mótmælir harðliga ætlanunum hjá KOKS at lata upp matstovuvirksemi ávinnuligum grundarlagi við Leynavatn.
Føroya Sílaveiðifelag, ið varð stovnað í 1947, byrjaði sítt virksemið í Leynum í 1966. Tá byrjaði arbeiðiðvið sílatrappunum. Síðani hevur felagið gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiðið fyri, at byggja upp ein stovnav villum laksi. Hetta er víðakent, úti sum heima. Mangir útlendingar koma henda vegin, bert fyri atuppliva náttúruna og fiskaríið við Leynavatn. Tí hevur hetta økið ikki bert týdning fyri føroyingar, meneisini fyri útlendingar.
Alt økið kring Leynavatn er ein náttúruperla, og friðað á hægsta stigi. Hetta hevur stóran týdning fyriallar føroyingar, útlendingar eins og komandi ættarlið.
Tað tykist okkum ófatiligt, at alt hetta nú skal brótast niður fyri løtuvinning hjá einstøkum felagi, iðenntá livir av ferðavinnuni.
Ástaðarfundur var á Leynavatni fríggjadagin 3. mars. Her greiddi stjórin á KOKS frá ætlanunum umvirksemi hjá KOKS á økinum. ??tlanirnar innibera nógva ferðing aftur og fram á økinum og stendst nógvórógv og ófriður av hesum. Byggingin og dálkingin fer at skemma náttúruna almikið. ??tlanin er m.a.
1) At hava skeinkistað og ábit til gestirnar á sandinum við betongbrúnna. Vit kunnu als ikkigóðtaka slíka bygging á økinum.
2) Jøvn áhaldandi ferðing við vørum, ruski, starvsfólki og ferðafólki er ógvuliga órógvandi ogskaðilig fyri umhvørvi.
3) ??tlanin er at brúka bát, um vatnið er ov stórt. Hetta er brot á verandi sáttmála og ikki heiltvandaleyst.
4) Dálkingin av virkseminum Frammi við Gjónna fer at ávirka lívið í ánni almikið.
Føroya Sílaveiðifelag er eitt non-profit felag, og 90% av inntøkunum hjá okkum stava frá fiskikortum,seld til Leynavatn. Felagið er bundið at langtíðarsáttmála við avvarandi bøndur á økinum.
Virksemið hjá KOKS fer við vissu at taka grundarlagið undan fiskingini á Leynavatni. So mikið væl kennavit sílaveiðifólk, útlendingar sum føroyingar, at tey fara ikki at keypa veiðiloyvi undir slíkum órógvandiumstøðum.
Hetta máar tí støðið undan búskaparliga grundarlagnum hjá felagnum, tí nógvir pengar skulu til at rekaokkara virksemið.
Vit hava m.a. eina sílastovu í Havnardali har nógvar íløgur eru gjørdar, soleiðis atyngul og smolt kann setast út hvørt ár.Kemur KOKS á staðið verður tískil eksistensurin hjá felagnum burtur og verða vit noyddir at gevast. Soeinfalt er tað.
Vegna nevndina í Føroya Sílaveiðifelag
Hans Joensen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald