2013-08-04 06:22
Akraberg, sum fyri tíð síðan kom í flotan fyri Vesturvón, hevur verið norðanfyri á makrelveiðu, men av tí at teir hava havt tekniskar trupulleikar, hava teir tað seinastu vikuna ligið á Skála, har ymsar ábøtur eru gjørdar.
Men í kvøld loystu teir og eru áveg norður á makrel- og sildafeltið, Akraberg er í skrivandi løtu komin beint norður um Kallin.
Vónandi riggar alt hjá teimum nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald