Mentan

Akkerið av GODANES sett við Mullers Pakkhús

...

2020-08-12 15:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavnar kommuna fekk - tá býurin fylti 75 ár - eitt akker av Godanesi í varðveitslu frá Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevði funnið og tikið upp akkerið við Flesjarnar.


Akkerið stóð í mong ár á grøna blettinum, Perlugrundini, har sum trappurnar í Vágsbotni nú eru.

Godanes NK 105 frá Neskaupstaði sakk við Flesjarnar 2. januar í 1957. Herfyri varð farið at finna eitt nýtt stað til akkerið. Valið fall á fløtuna omanfyri Múllers Pakkhús, tætt við maritima økið við bedingina.

Akkerið var ógvuliga slitið og tørvaði ábøtur, sum verkstaðið hjá kommununi hevur tikið sær av.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder