2018-03-25 15:01

??got hevur gjørt ein góðan túr í føroyskum sjógvi. Teir hava roynt á djúpum vatni, suður ímóti enska (ES) markinum, teir hava roynt í 31 dagar og hava góð 150 tons, mest av longu, blálongu og brosmu.
Hjaltur Poulsen skipari sigur við JN.fo, at veðrið hevur verið so sum so, tað hevur rikið hart og tí hevur fiskaríðið verið ójavnt frá degi til dag.
??got landar í Klaksvík í morgin.
Tað eru 12 mans við hendan túrin.
Si myndina, ið Hjaltur hevur sent okkum her niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald