??ttarstevna
leygardagin 15. September 2018
Góðu ættarfólk!
Boðað verður frá ættarstevnu fyri eftirkomarunum hjá Jacobinu, sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi, sum var úr húsunum Norðan fyri Garð í Sandavági. Tey giftust inn Norðan fyri Garð 17. September í 1865 og fingu 11 børn. Hann var tá løgtingsmaður, og nøkur ár seinni gjørdist hann eisini sýslumaður í Vágum.
Nakrir eftirkomarar, sum eru komin væl upp í árini, hava í eina tíð tosað um at fáa eina ættarstevnu í lag, og hava spurt seg so mikið fyri, at tey vita, at áhugi er fyri tiltakinum. Tey minnast nógv av hesum systkjunum, longur er tað ikki síðani.
Nú trákkast tey eisini eftir at síggja tey ungu ættarliðini. Vónandi taka tey yngru væl undir við hesum. Hugsið tykkum, at vit kunnu vera saman, tey elstu, sum hava kent fólk, sum eru fødd beint eftir 1850, og tey yngstu, sum nú eru umleið 15 ár, sum fara at síggja tey, sum verða fødd stutt fyri 2100, um tey liva, til tey verða elligomul.
Tí senda vit tykkum hetta brævið, og heita á tykkum um at tekna tykkum til samkomuna, sum verður í ítróttarhøllini á Giljanesi 15. september 2018.
Heitt verður á øll, ið eru fylt 14 ár, um at tekna seg skjótast til ber, og í seinasta lagi 1. september.
Mannagongdin og tilmelding er lýst á síðuni:
Skráin er ikki løgd enn, men verður send út, tá ið tekningin er liðug. Sum áður nevnt kunnu tit tekna tykkum til samkomuna fram til 1. september, prísurin fyri hvønn persón er 380,- kr., peningurin skal flytast á konto 6460 581.940.9 í BankNordik.
Vit gleða okkum at síggja ein stóran skara av skyldfólki og makum.
Við ættarkvøðu: Ninna, Dánjal Petur, Erland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald