Ítróttur

Adidas Summar Cup 2014

...

2014-06-20 04:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 12. juli 2014 verður fyrsta útgávan av Adidas Summar Cup, tá B36 fer at skipa fyri stórari summar fótbóltskapping í samstarv við Thomas Dam Intersport.


Kappingin verður fyri aldursbólkarnar U6 til U16 / U17 og sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. ??ll sum luttaka í kappingini fáa eina flotta Adidas Summar Cup t-shirt, sunkist, frukt, liðmynd og luttøkuskjal.

Vinnandi liðini í øllum aldursbólkum fáa steyp og heiðursmerki til ognar og atgongumerki til ein landsdyst hjá Føroyum í heyst. Nr. 2 og 3 fáa heiðursmerki, meðan lutakast verður um góðar vinningar millum øll liðini, ið luttaka.

Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Her verður m.a. møguleiki at svimja ókeypis.

Hetta er fyrstu árið, ið kappingin verður fyriskipa, men vónandi verður kappingin framyvir ein fastur partur av føroyska summarinum og er tað ætlanin, at hon skal veksa ár um ár.

Les meira um tilmelding og kappingina áhttp://b36.fo/the-news/felagstieindi/1265-adidas-summar-cup-2014.html.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder