2021-03-28 12:16
Setur.fo: Níggjunda frágreiðingin um haruveiðu í Føroyum eftir Eyðfinn Magnussen, lektara á Náttúruvísindadeildini, er nú komin
Nýggja frágreiðingin vísir, at í fjør vórðu 9.562 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum.
Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið.
Teir raskastu at skjóta haru í 2020 vóru teir, sum skutu í "Dalhagi - Eystaripartur" í Vestmanna, har fongurin var tilsamans 190 harur á trimum túrum.
Teimum á baki vóru teir, ið skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun, har teir fingu 180 harur á 10 túrum.
Á triðja plássi vóru teir í haganum "Botnar" í Funningi, har veiðan taldi 175 harur á 8 túrum.
Lesið alla frágreiðingina hjá Eyðfinni Magnussen um haruveiðuna í Føroyum í 2020 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald