Vinna

9 føroysk skip fiska makrel í útnyðring úr Hetlandi

...

2019-01-02 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 9 føroysk skip eru á makrelveiðu í ES-sjógvi, tey royna í ein útnyðring úr oynni Foulu í Hetlandi. Vit hava ikki frætt frá teimum hvussu gongst við fiskiskapinum.

Skipini eru:

Arctic Voyager, Borgarin, Fram, Hoyvík, Norðingur, Tummmas T., Tróndur í Gøtu, Nýborg og Høgaberg.

Trý skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, tey eru: Katrin Jóhanna, Jupiter og Finnur Fríði, eisini royna nøkur russisk skip eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, enn er einki íslenskt skip komið aftur í føroyskan sjógv eftir jólahalguna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder