Vinna

800 tons av gulllaksi verða landað í dag

...

2015-06-19 14:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??ll 6 gulllaksaskipini landa í dag - tilsamans hava tey 800 tons av gulllaksi.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava 300 tons.

Skoraberg og Vestmenningur landa í Kollafirði, teir hava 250 tons.

Stjørnan og Polarhav landa á Kósini, teir hava eisini 250 tons.

Skoraberg/Vestmenningur og Stjørnan/Polarhav hava roynt millum Føroya Banka og Bill Bayley, ímeðan Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava roynt vestur úr Mykinesi.

??ll skipini fara nýggjan túr í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder