JN

800 lestrarkort, men málið er 4000

...

2013-08-28 14:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
?? fegnast í dag um, at meir enn 800 lesandi hava skrásett og fáa í nærmastu framtíð ókeypis lestrarkort. Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.

- Vit hava gjørt nógv burturúr. Vit hava lýst á Rás2, KVF og verið aktivir á Facebook, har vit millum annað hava spurt, um fólk eru áhugað at hjálpa einum lesandi. Endamálið var at fáa fólk at hugsa um vinin, floksfelagan, grannan, sonin ella dóttrina, tí lesandi hava ikki nógvar pengar, men tað er óneyðugt at gjalda ov nógv, tá tey kunnu gjalda minni við lestrarkorti. Serliga tá hugsað verður um, at lestrarkortið er ókeypis, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á ??.

Á heimasíðuni, www.o.fo, hava lesandi framvegis møguleikan at skráseta seg og fáa ókeypis lestrarkort. Fleiri tilboð verða avdúkað komandi dagarnar.

- Vit hava fingið fleiri enn 800 skrásetingar, sum vit sjálvandi fegnast um, men vit vilja hava upp í móti 4000 skrásetingum. Tað er talið av teimum, sum eru undir útbúgving í Føroyum. Tá er talan um allar næmingar frá miðnáms- og teknisku skúlunum til Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetur Føroya. Um vit taka allan málbólkin, eru umleið 4000 lesandi, og er tað endamálið hjá okkum, at hesi fáa ókeypis lestrarkort, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á ??.

So um tú hevur ein vin, son ella dóttur, kanska granna ella floksfelaga, sum er undir útbúgving í Føroyum, men sum rindar fullan prís fyri kaffi, fitness, koyrikort ella tannlækna v.m., tí tey ikki eru tilvitað um lestrarkortini, kanst tú fortelja teimum, at tey kunnu skráseta seg á www.o.fo, so spara tey nógvar pengar komandi skúlaár.

Fleiri tilboð verða avdúkað í vikuni.

??fatiligt, ha?

??

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder