Ítróttur

7 manningar rógva í Vágum í ár - myndir

...

2014-03-25 01:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í ár, verða tað 7 manningar úr Vágum, sum fara at rógva.

Í gjár, sást 8-mannafarið Miðvingur á vánni fyri fyrstu ferð í ár, vit tóku nakrar myndir av teimum.

Sørvágs Róðrarfelag hevur í ár, eina manning við barnaróðri hjá gentum, sum fara at rógva við Dúgvuni.

Miðvágs Róðrarfelag, er sum ikki einaferð, best umboðað felag í Vágum, í Miðvága vera í ár ikki færri enn 5 manningar, har tey hava bæði barnaróður við gentum og dreingum, sum fara at rógva við Beintu. So hava tey eina dreingja manning á Frúnni, eina masters manning við Riddarnum og so er flaggskipið í felagnum - Miðvingur - eisini mannaður.

Hjá Sandavágs Ítróttafelag er bara tann eina manningin, og tað er ??rnin, sum er mannað við gentum í barnaróðri. Í SÍF eru tað tó nakrar bátar, sum næstan eru mannaðir, og um tvær vikur fæst at vita hvussu nógvar manningar verða hjá SÍF, SÍF vil gjarna hoyra frá fólkið, sum hava áhugað at rógva í summar.Tær manningarnar, sum næstan eru mannaðar eru master kvinnur, kvinnur, gentur og dreingir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder