2018-04-07 18:31
Í dag fingu 6 vágamenn prógv í dugnaskapsroynd í sigling (Stóra dugnaskaparskeiðið í sigling). Teir hava í vetur gingið til undirvísing í Sørvágs kvøldskúla, har Jan M. Hjaltalin hevur verið lærari.
Próvtøkan fór fram á Vinnuháskúlanum í Havn, próvdómari var Petur Hans Dal.
Teir ið fingu prógv í dag vóru: Uni Hansen Miðvágur, Sámal Jákup Jørgensen Miðvágur, Jallgrím Jacobsen Sandavágur, Tórbjørn Poulsen Bøur, Oystein Jensen Sandavágur og Jón Eli Ole Jacobsen Sørvágur.
Vit á JN.fo ynskja tykkum hjartaliga tillukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald