Mentan

5.399 HARUR SKRÁSETTAR HIGARTIL

...

2022-01-10 14:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 5.399 HARUR SKRÁSETTAR HIGARTIL - Haran.fo

 

Tað gongur framá við skrásetingini. Nú eru tilsamans 5.399 harur skrásettar frá 609 túrum í 195 høgum kring landið. Men sum sæst á kortinum niðanfyri, so mangla enn nógvir hagar at skráseta.

 

-          Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar (ovara talið). Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.

-          Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.

-          Í teimum ???gulu høgunum??? hava teir IKKI skotið harur í 2021.

 

Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar https://static.xx.fbcdn.net/images/emoji.php/v9/ta5/1.5/16/1f642.png:-)

 

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni ???Haran.fo???. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.

 

- brúkaranavn: hs

- loyniorð: login

 

Stabbamyndin vísir samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2021. í miðal hevur veiðan hesi átta árini verið 6.265 harur um árið.

 

 

 

Mynd 1: Samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2021. Í miðal hevur veiðan hesi tíggju árini verið 6.265 harur um árið.

 

 

 

Mynd 2: Haruveiðan fyri teir 609 túrarnar, í 195 høgum kring landið, sum higartil eru skrásett. Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar, niðara talið, sum stendur í parantes ( ) er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil. Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett. Í teimum ???gulu høgunum??? hava teir IKKI skotið harur í 2021.

 







Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder