2021-09-22 17:29
Grindin, sum varð funnin á Tangafirði í dag, varð rikin inn á Oyrareingir og hildin til har, drápið gekk væl, 52 hval løgdu beinini.
Nú eru teir farnir at merkja grindina, merkjararnir søgdu, at tað eru um 40 ár síðan, at grind seinast varð hildin til Oyrareingjum.
Vit skriva seinni nær seðlarnir koma út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald