Mentan

52 grannaløg fingið stuðul

...

2020-07-15 13:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavn: Kommunan bjóðar í ár grannaløgum og eigarafeløgum at skipa fyri, hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum í kommununi. Tá ið umsóknarfreistin var farin, vóru komnar 56 umsóknir.


Átta umsóknir vóru lagdar saman til fýra, tí grannaløgini eru nær uppat hvørjum øðrum. Sostatt hava 52 grannaløg fingið boð um, at tey hava fingið stuðul til at halda ólavsøku.

Stuðulin kann nýtast til at leiga tjald, grill, ljósperur, hátalarar og beinkir. Og so kunnu grannaløgini eisini keypa undirhald ??? livandi tónleik og sjónleik til børn og vaksin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder