JN

50% avsláttur í Rex

...

2013-08-28 02:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

?? hevur gjørt avtalu við Rex um, at lesandi við lestrarkorti sleppa 50% bíligari, tá tey keypa atgongumerki.

- Vit eru fegnir um, at avtalan við Rex er komin í hús, tí tað er umráðandi, at lesandi sleppa at hugna sær, sjálvt um útbúgvingin tekur nógva tíð og orku, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á ??.

- Vit ynskja at fáa so nógv tilboð sum møguligt, tí tað er týdningarmikið fyri lestrarumhvørvið, at lesandi hava so fjøltáttaðar tænastur og tilboð sum møguligt.

Komandi dagarnar avdúka vit nýggj tilboð. Vit ætla tískil at spyrja, um tú ert sinnaður at hjálpa, tí tað kann vera, at tú hevur ein vin, granna ella floksfelaga, sum rindar fullan prís fyri kaffi, fitness, koyrikort ella tannlækna v.m., tí hann ella hon ikki eru tilvitað um, at tey fáa tað bíligari við lestrarkorti.

Vit høvdu verið takksamir, um tú hjálpti okkum við at fortelja, at tað er møguligtat fáa ókeypis lestrarkort.

Sama er galdandi, tá tað kemur til skúlabøkur. Hví gjalda fullan prís, tá vinurin, grannin ella floksfelagin kann fáa skúlabøkurnar 15% bíligari?

Umtú hjálpir okkum, kann vinurin, grannin ella floksfelagin spara nógvar pengar, tí lestrarkortið gevur avsláttur allastaðni í landinum.

??fatuligt, ha?

??

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder