Hetta er 44% mein enn í 2016, tá teir fingu 2.950 harur. Hetta vísir ein fyribils uppgerð, sum var gjørd, 4. januar. Eisini túratalið er nakað hægri fjør. Higartil eru skrásettir 468 túrar fyri 2017, móti 451 árið fyri. ??rslitið fyri 2017 er tó ikki tað endaliga, tí enn koma tøl inn.
SKÁLATOFTAHAGI BESTUR
Raskastir at skjóta í 2017 vóru teir í Skálatoftahaga, sum liggur á eystursíðuni, norðarlaga á Borðoynni, og hoyrir til gomlu markatalsbygdina Skálatoftir. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í Neshaga í Vestmanna, við 172 harum á 14 túrum. Á triðja plássi eru harumenninir, sum hava skotið í Norðurtriðingi, Norðaripartur í Sørvági, eisini nevndur Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna. Teir fingu 146 harur, sum teir skutu á 10 túrum.
??rslitini eru tó bara fyribils, tí enn koma tøl inn, og tá øll tølini eru skrásett, man samlaða talið fara at nærkast teimum 5.000 harunum.
??rslitini frá teimum einstøku harutúrunum kring landi og samanteljingar síggjast á heimasíðuni ???Haran.fo???.
Mynd 1: Samlaða haruveiðan í Føroyum árini 2012 til 2017. Tølini fyri 2017 eru tó bara fyribils,
tí tað eru fleiri, sum enn ikki hava skrásett túrarnar.
ENN MANGLA FLEIRI T??L
Enn eru tó fleiri harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna. Eg fari tí at heita á teir, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2017.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni ???Haran.fo???. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen ) á tel 26 58 31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald