Vinna

42 fólk søgd úr starvi á Pelagos

...

2018-04-07 17:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Virkisleiðarin á Pelagos í Fuglafirði upplýsir í dag fyri Norðlýsinum, at Pelagos hevur sagt 42 fólkum úr starvi.

Fríðin Ziskason, sum er virkisleiðari á Pelagos sigur við nordlysid.fo, at tað eru bæði minkandi kvotur og serliga fiskivinnunýskipanin, sum ger at fólkini eru søgd úr starvi.

Fríðin Ziskason sigur, at tað helst ikki verður so nógv at takast við í summar, hann roknar tó við, at móti heystinum fer okkurt at verða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder