Vinna

4 trolarar landa á Kósini

...

2013-10-28 21:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 4 trolarar hava í dag landað á Kósini í Klaksvík.

Vestmenningur og Fram hava landað 350.000 pund og Safir og Smaragd hava landað 120.000 pund. Hjá øllum er meginparturin upsi.

Vestmenningur og Fram hava roynt sunnanfyri, ímeðan Safir og Smaragd hava roynt eystanfyri.

Av Kósini verður sagt, at í ár hava tað bara verið tveir dagar, har einki hevur verið at gjørt higartil í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder