2015-08-29 16:08
Í morgun eru Fagraberg, Christian í Grótinum, Norðborg og Finnur Fríði stødd í altjóða sjógvi norðanfyri, tey eru á uml. 67,5N og 4V, har eru nógv russisk skip og eisini nøkur íslendsk.
Hini føroysku makrelskipini eru í føroyskum sjógvi - Fram, Hamranes og Breiðanes eru norður ímóti markinum, ímeðan Tróndur í Gøtu, Phonix, Atlantsfarið og Slættaberg eru á uml. 64N og 5V. Bakur og Stelkur eru komnir nakað norður um Føroyar, teir fara eisini á makrelveiðu.
4 russisk skip sigla inn, tey skulu umskipað veiðuna í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald