2019-01-04 16:53

Í fjør fóru og komu í alt 377.813 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, og tað er ein stór øking í mun til árið fyri tá ið ferðafólkatalið fyri fyrstuferð nakrantíð fór uppum 300.000. ??kingin í mun til í 2017 er 10,7 %.
Tann mánaðin flest ferðafólk fóru um flogvøllin var í juli, tá ið 54.885 fólk fóru og komu um flogvøllin. Í februar fóru og komu fægst fólk tá var talið 16.659 fólk.
Mynd eitt vísir yvirlit yvir ferðandi í ár.
Mynd tvey vísir yvirlit yvir ferðandi síðani flogvøllurin var longdur.
Mynd trý vísir yvirlit yvir ferðandi frá 1963 til 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald