Mentan

31. mai - Altjóða roykfríur dagur

...

2020-05-31 08:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum er 31. Mai, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan "Kom og legg av".

Við hesi SMS-skipan bjóðar Fólkaheilsuráðið tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til 5 dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum ???gevst" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Tú kanst melda teg til alt árið.

Leinkja til heimasíðuna:http://www.folkaheilsa.fo/Default.aspx?Id=486

Filmur, sum vísur, hvussu nógv verður roykt:

Download link
https://wetransfer.com/downloads/61f0620418c9cd583035a6752e4418eb20200529135430/1b2359f13bfa7d1620f245daec470f7520200529135501/900065

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder