Ítróttur

3000 áskoðarar vóru til oddadystin í Sarpugerði

...

2016-09-18 17:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

23'inda umfar í EFFO-deildini hevur verið á skránni í dag. 

Oddadystur var í Sarpugerði har nummar 2 Víkingur tók móti oddaliðnum KÍ, munurin millum liðini áðrenn dystin var bert eitt stig. Tað var Víkingur ið kom fyrst á odda í dystinum, tá Gert Hansen skoraði til 1-0 eftir 31. min. sum eisini var hálvleiksstøðan. Tá ið eitt korter var eftir av dystinum, javnaði Páll Klettskarð fyri KÍ til 1-1, tá ið ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini var Páll aftur á rættað stað, og skoraði til 1-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum, sambært Faroesoccer so vóru 3000 fólk til dystin.

Nummar trý í EFFO-deildini NSÍ tók í dag móti TB. NSÍ fekk ein kvøkk tá ið TB legði seg á odda eftir 31. minuttum, við málið frá Salmundi Bech. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki javnaði Árni Frederiksberg fyri NSÍ, klæmint Olsen skoraði sigurmálið fyri NSÍ miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Havnaliðini býttu stigini, tað var annars B36 ið legði seg á odda við málið frá Hanus Thorleifson efit 23. min. Bert fýra minuttir seinni javnaði Teit Jacobsen fyri HB. Beint fyri hálvleik legði Jóhan Davidsen HB á odda 1-2. Sebastin Pingel javnaði fyri B36 til 2-2 stutt inní seinna hálvleik, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. 

ÍF vann 2-0 á Tofum, teir fingu eitt mál tíðliga í fyrra hálvleiki og eitt seint í seinna hálvleiki, málini fingu Alex Dos Santos og Ari Ellingsgaard.

AB og Skála spæla í løtuni, har er støðan 0-0.

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
23
17
2
4
52-20
53
2
Víkingur
23
15
4
4
51-24
49
3
NSÍ
23
16
1
6
53-30
49
4
B36
23
12
6
5
37-22
42
5
HB
23
10
6
7
36-25
36
6
ÍF
23
9
4
10
37-48
31
7
TB
23
6
5
12
25-39
23
8
Skála
22
4
5
13
14-36
17
9
AB
22
2
6
14
24-38
12
10
B68
23
0
7
16
18-65
7

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder