Mentan

3. flokkur í Sands skúla Ársins Vitanarfróðu 2021

...

2021-06-01 14:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Granskingarráðið: Í morgun varð kunngjørt, at 3. flokkur úr Sands skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: ???Hví bresta poppkorn????.

Handanin fór fram á Sands skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.

Tá tey komu aftur frá svimjing tóku umboð fyri Nám og Granskingarráðið ímóti teimum í skúlastovuni og avdúkaðu, at tey høvdu vunnið. Stroymt varð frá handanini, síher

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Henny Dánialsdóttir segði m.a. soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:

- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna.

- Kanningarnar vóru væl lýstar, og myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt sum ordiligir granskarar fyri at svara tykkara undranarspurningi.

- Arbeiðið var væl skipað og vísti, at tit duga at brúka arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða.

- Vit sóu, at tit eftir hvørja kanning við eygleiðingum komu fram til eina niðurstøðu í tykkara kanningararbeiði. Vit halda, at tit hava miðla tykkara gransking sera væl, og hugskotið at gera poppkorn til allan skúlan var sera gott!

- Samanumtikið, so var uppgávan greið og samanhangandi, og vísti sjálvstøðugt rannsóknararbeiði. Uppgávan var væl frágingin og tit dugdu væl at lýsa arbeiðsgongdina, bæði við teksti og myndum. Miðlingin av tykkara gransking var áhugaverd, og tit fanga áskoðararnar við at bjóða teimum poppkorn. Samanumtikið, sera gott kanningararbeiði!

Síðani handaði hon flokkinum heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.

Frágreiðingin hjá 3. flokki í Sands skúla kann lesasther

Allir luttakandi bólkar fingið luttøkuváttan

Tað komu 9 frágreiðingar inn frá fýra skúlum, Sands skúla, Sandoyar Meginskúla, Skúlanum á Argjahamri og Eysturskúlanum.
Hvør bólkur, sum luttók, hevur fingið skreytblað við luttøkuváttan sendandi við telduposti. Allar frágreiðingarnar kunnu síggjasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder