
Hagstovan:
Løntakaratalið er vaksið síðani 2013 og hevur seinastu mánaðirnar sett nýggj met. Tað vísir trendurin, ið leggur upp fyri avvikum í árstíðunum og øðrum óreglusemi í løntakaratølunum, so tølini kunna samanberast mánað fyri mánað.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Tølini fyri løntakarar í desember mánaða eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein.
Stutt um trendin
Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum.
Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.
Við trendtølunum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald