2020-07-16 06:39
Grindin, sum var funnin útfyri Sandvík í gjárkvøldið og hildin til í Hvalba, var stór - 252 hval vóru merktir og harafturat vóru 35 springarar, grindin var 1472 skinn - drápið gekk væl.
Grindin verður skift í heimapartar til allar bygdirnar í Suðuroy.
Kommunurnar heinta hvalirnar úr Hvalba, teir verða so koyrdir til bygdirnar í Suðuroy og skornir upp har. Tað er enn óvist nær seðlarnir koma út, men tað verður helst einaferð seinnapartin í dag, upplýsir sýslumaðurin fyri jn.fo.
Fyri at halda coronatilmælini verður tað gjørt soleiðis, at tað verða bátsformennirnir ella umboð fyri teir, ið skulu heinta seðlarnar á kommunuskrivstovunum, í teimum kommununum teir hoyra til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald