Ítróttur

25 ross við í ólavsøkukappríðingini

...

2014-07-31 01:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??lavsøkukappríðingin var sum siður er ólavsøkudag. Hesa ferð luttóku 25 ross og vóru heilt fitt av fólki og hugdi at kappríðingini.


Tað hendi tað heilt serliga í ár, at tað var sami eigari, ið átti vinnararossini í Tvíspor l flokkur og Tvíspor ll flokkur. Tað vóru ross hjá Sjúrða Samuelsen í vunnu báðar flokkarnar. Hetta er helst fyrstu ferð at hetta er hent í longu søguni hjá kappríðing her á landi.

Talan var um ryssuna Urd ið vann ll fllokk við Lailu Christiansen á baki og ryssuna Vør ið vann l
flokk við Annfini Reinert á baki. Á myndini síggja vit frá vinstru Urd og Lailu, síðani Sjúrð og longst til høgru eru Vør og Annfinn.

Hinar flokkarnar vunnu hesi, Skeið, Regin Johannesen á Gylling. Trav Anna Maria Holm Nolsøe á Mána og Tvíspor ung, Oskar í Haraldstovu á Markus.

Orð og mynd: Brandur í Dali.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder