?? fegnast um, at meir enn 1000 lesandi hava skrásett seg og fáa seinni í mánaðinum ókeypis lestrarkort. Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
- Í síðstu viku boðaðu vit frá, at 800 lesandi høvdu skrásett seg til ókeypis lestrarkort. Vit fegnaðust um stóru undirtøkuna, men vit kunnu nú gleðast um, at fleiri enn 1000 lesandi hava skrásett seg, sigur Hanus Samró, partaeigari av ??.
?? hevur gjørt avtalu við kaféir, tannlækna, bókasølu, venjingarmiðstøð og klædnahandlar, har lesandi fáa avsláttur og sertilboð við lestrarkortinum. Avtalurnar síggjast á www.o.fo.
- Vit fegnast um, at meir enn 1000 lesandi hava skrásett seg, tí um vit taka allan málbólkin, eru umleið 4000 lesandi í Føroyum. Tá er talan um næmingar frá miðnáms- og teknisku skúlunum til Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetur Føroya. Sostatt hava 25% av teimum lesandi, ið nema sær útbúgving í Føroyum, skrásett seg, men málið er 100%.
Á heimasíðuni, www.o.fo, hava lesandi framvegis møguleikan at skráseta seg, men freistin at skráseta seg er fríggjadagin 6. september.
- Vit hava ásett freist, tí vit ynskja at hava so nógvar skrásetingar sum møguligt, áðrenn lestrarkortini verða prentað. Tað verður tó møguligt at skráseta seg aftaná 6. september, men tá skal sigast, at tey, ið skráseta seg aftaná 6. september, fáa ikki lestrarkortið fyrr enn í november. ??ll hini, ið hava skrásett seg áðrenn, fáa lestrarkotini seinni í mánaðinum.
??
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald