Jan byraði í 1988 á Fiskirannsóknarstovuni, sum hon tá æt. Tey fyrstu árini gjørdi hann ymiskar royndir við fiskireiðskapi , og fór síðan undir PhD verkætlan um laks á víðum havi, sum hann vardi í 2000. Síðan hevur hann arbeitt við uppsjóvarfiski.
Tá Havstovan í 2011 setti uppsjóvardeild á stovn, bleiv Jan leiðari av hesi nýggju deildini, og hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at byggja upp og menna hesa deildina á Havstovuni.
Jan hevur víst gott hegni sum granskari og hevur stóra virðing millum starvsfelagar, bæði í Føroyum og uttanlands. Uppsjóvarfiskur er ein týðandi partur av føroyskari fiskivinnu, og Jan hevur í nógv ár gjørt eitt megnararbeiði í kanningum av hesum fiskasløgunum. Kanningar av ferðandi uppsjóvarfiski verða í stóran mun gjørdar í samstarvi við onnur strandalond, og Havstovan smæðist ikki burtur í ti sambandi. Hetta er í stóran mun Jan fyri at takka, tað skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald