2021-08-03 14:14
Í samband við at tað í dag eru 25 ár síðan flogvanlukkuna við Selvík, varð í morgun ein minnisvarði avdúkaður við Breiðásand, sum er millum Bø og Sørvág.
3. august 1996 datt flogfarið hjá donsku verjuni niður, 9 fólk lótu lív:
Admiral Hans Jørgen Garde
Lektor Anna Garde
Oberst Ole Jørgensen
Orlogskaptajn Hans Henrik Spøhr
Major Jens Blæhr
Kaptajn Claus Ervin Jørgensen
Premierløjtnant Tummas Djóni Askham
Oversergent Bent Nielsen
Oversergent Per Allan Hansen
Aftaná hátíðarløtuna á Bíggjarvegnum var ábit í kirkjuhúsinum í Sørvági fyri innboðnum.
Vit tóku hesar myndirnar seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald