Mentan

2 x Johannesen tala á møtum

...

2018-01-25 16:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

T??RSHAVN: Tað hevur verið siður í áratíggjur at skipa fyri eini árligari møtirøð í teimum ymisku missiónshúsunum kring oyggjarnar í vetrarhálvuni.

Í hesi vikuni verða slíkar møtirøðir ??? ella missiónsvikur ??? hildnar á fleiri støðum, millum annað í Havn, har Meinigheitshúsið bjóðar inn til møtini.

Hesi møtini eru merkt av nógvum felagssangi, onkrari sangframførslu og har ein persónur talar til samkomuna. Ein fastur partur av einum slíkum møti er tann fríi vitnisburðurin, har ein og hvør kann siga tað, sum Harrin hevur lagt honum á hjarta.

Á summum missiónsvikum er ein nýggjur talari hvørt einasta kvøld, men í ár hevur Meinigheitshúsið valt at hava einans tveir talarar ??? Torleif Johannesen av Nesi og Pól Johannesen úr Klaksvík. Hesir koma so at tala á øllum møtunum.
Umframt talurnar so koma fleiri kór og einstaklingar at syngja við møtini ??? í kvøld, hóskvøldið er tað soleiðis fløguaktuelli Heðin Askham úr Klaksvík sum fer at syngja.

??ll møtini byrja klokkan 19:30, men sunnukvøldið tó klokkan 18.00.

- Við hesi møtini ljóðar ein greiður boðskapur um frelsu og fyrigeving frá Jesusi. Tí hava vit eisini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder