2020-07-02 13:55
SNA skrivar:
Í gjár skrivaðu vit undir sáttmála um projektering av 2. byggistigi av Skúlanum á Giljanesi saman við byggiharranum, Vága kommunu. Byggiharrin rósti 1. byggistigi av skúlanum og segði seg vera spent at byrja upp á 2. byggisstig. Tey eru sera fegin um skúlan. Nýggj kostnaðarmeting fyri 2. byggistig er 39,2 mill. kr. Í august ætlar Vága kommuna at fara undir at taka niður tann partin sum er eftir av gamla Skúlanum á Giljanesi, so farast kann undir verkætlanina við 2. byggistigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald