JN

136 hval løgdu beinini í Húsavík

...

2013-08-13 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Politi: Tað hevur í dag verið boðað frá tveimum grindum. Kl. 1022, bleiv boðað frá eini grind eystur úr Skálhøvda. Henda grindin bleiv hildin til í Húsavík og tilsamans 136 hvalir løgdu beinini. Grindin varð hildin til kl. 1210 og drápið, ið var liðugt kl. 1230 gekk væl.

Nær seðlarnir koma út, kunngerða vit við nýggjum tíðindaskrivi seinni.

Seinna grindin blev funnin kl. 1045 eystur úr Dalsfles. Henda grindin verður í løtuni rikin á Hvalba. Sum skilst er talan um ein stóran bólk, har meginparturin er springarar.

Tá vit vita nærri um seinnu grindina, senda vit nýtt tíðindaskriv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder