Vinna

1.100 løntakarar fleiri seinasta hálvtannað árið

...

2016-01-11 20:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Í oktober vóru 24.988 løntakarar, árstíðarjavnað. Sostatt hevur gongdin við jøvnum vøkstri staðið við í hálvtannað ár. Í mai 2014 vóru 23.943 løntakarar, og nú hálvtannað ár seinni eru eini 1.100 løntakarar fleiri.

Tað táttaði í 26.000 løntakarar, tá teir vóru flestir. Hetta var fyrst í 2008, men so kom fíggjarkreppan, og tað var afturgongd í trý ár, og var botnurin náddur fyrst í 2011. Heilt fram til summarið 2014 var at kalla ongin broyting, men seinasta hálvtannað árið hevur vøksturin verið javnt stórur, og eru tað eini 1.100 løntakarar lagstir afturat síðani tá, kortini er tað framvegis 1.000 færri enn í 2008.


Framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnubólkum. Í fiski- og alivinnuni vóru 4.326 løntakarar í oktober, 176 fleiri enn sama mánað árið frammanundan. Framgongdin er 4,2%. Byggivinnan hevur eisini eina framgongd um 4%, meðan tænastuvinnurnar hava framgongd upp á góð 2%. Samlað vóru 25.009 løntakarar í oktober, 673 fleiri enn fyri einum árið síðani.

Sjóflutningur stóran vøkstur
Vinnugreinin við størsta vøkstri er sjóflutningur. Í oktober í ár arbeiddu 992 við sjóflútningi, 87 fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað er ein framgongd upp á 9,6%.

Eisini vinnuligar tænastur, tað er m.a. ráðgeving, grannskoðan og løgfrøði, hevur havt stóra framgongd seinasta árið. Tað vóru 763 løntakarar í vinnuligum tænastum í oktober 2015, 56 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 7,9%.

Av teimum 22 vinnugreinunum var tað ongin broyting ella minking í 11 av teimum. Hjá skipasmiðjum og smiðjum vóru 660 løntakarar í oktober 2015, 14 færri enn fyri einum ári síðani, afturgongdin er 2,1%.

Framgongdin javnt býtt millum kynini
Tann størra helvtin av løntakarum er menn. Men í oktober fingu bæði kyn júst somu framgongd lutfalsliga, 2,8%. Tað eru 12.925 løntakarar sum eru menn og hjá kvinnunum er tað 12.084.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

 

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder