2013-08-20 16:58
Sunnudagur 1.sept kl.16.00 Tann 24. august í ár eru 100 ár liðin, síðani Erlendur Patursson var føddur, og í tí sambandi skipar Tjóðveldi 100 ára minningarhald fyri honum. ??keypis atgongd | |
100 ára minningarhald fyri Erlendi Paturssyni 1. september kl. 16.00 Erlendur Patursson var borin í heim 20. august í 1913 í Kirkjubø. Hann var kendur politikari og fakfelagsformaður og ein av stovnarum tjóðveldisfloksins, umframt at hann var ein av undangongumonnunum at fáa Norðurlandahúsið bygt. Tann 24. august í ár eru 100 ár liðin, síðani Erlendur var føddur, og í tí sambandi verður 100 ára minningarhald fyri honum í Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. september kl. 16.00 Fjølbroytta skráin inniheldur framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki. Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og politikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis. Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sigurðardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi. At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi. Afturat framløgunum verður felagssangur og tónleikur við Tórshavnar Manskóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, ??lavi Jakobsen og Andreu Heindriksóttur. Frásøgumaður verður Jógvan Durhuus. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald