Á tingfundinum, sum byrjar kl. 9.30 í morgun, verður m.a. 1. viðgerð av Skálafjarðatunnlinum. Tað hevur verið nógv rumbul um ætlanina, um at byggja tunnil undir Tangafirði og fleiri uppskot liggja nú í tinginum, um hesa ætlan, spennandi verður hvussu leikur fer.
Dagsskráin:
1.1. viðgerð av tingmáli nr.2/2013:Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2013
2.1. viðgerð av tingmáli nr.3/2013 :Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð
3.1. viðgerð av tingmáli nr.4/2013:Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagið at gera, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð
4.1. viðgerð av tingmáli nr.5/2013:Uppskot til løgtingslóg um at byggja, fíggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð
5.1. viðgerð av tingmáli nr.6/2013:Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy
6.1. viðgerð av tingmáli nr.7/2013:Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2013-2
7.1. viðgerð av tingmáli nr.8/2013:Uppskot til samtyktar um tunnilsfelag Føroya
Tingmálini verða viðgjørd undir einum og beind í ávíkavist Fíggjarnevndina og Rættarnevndina
8.Framløga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald