2016-06-29 20:35
07Vestur vann 3-1 á B71 á Dungasandi í kvøld.
07Vestur skrivar:
Uttan sannførandi spæl, hálaðu vit at enda sigurin heim, hóast hálvleikstøðuna 1-1. Gestirnir royndu seg við skjótálopum, men lógu annars aftarliga og vardu, men vit royndu at skapa dystin. Okkara mál skutu Martin, Gunleif og Holgar.
Byrjanaruppstillingin:Silas Eyðsteinsson; Jóannis á Steig, Sigtór A. Petersen, Emil Mikkelsen, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Tóki á Lofti (Solomon), Jákup Sveinbjørn Olsen (Høgni), Holgar Durhuus; Gunleif Magnusarson (Dann).
Eyka: Ivan Stojkovic, Solomon Kwao, Høgni E. Nielsen, Dann Fróðason, Fríði S. Joensen.
Vit spældu 4. dystin í 12 dagar í dag, og leikararnir sýntust troyttir av hesum. Tempoið var lágt og nógv mistøk vóru. Hetta bleiv fragari út í annan hálvleik, tá gestirnir troyttaðust, og vit settu frískar ungar leikarar inn.
Fyrri hálvleikur gekk ikki væl, men vit komu hóast alt á odda, við málið frá Martin. Tað var eftir innlegg, at Martin varð hægstur við handaru stong, og fekk skallað í netið til 1-0.
Áðrenn hálvleik fingu vit tó eina kalda spann: B71 fingu innkast og kastaðu langt, inni í brotsteiginum við fremru stong var trunkaspæl og, eftir eina misskiljing í verjuni, fekk Camara brádliga skot á, úr spískum, og so var 1-1.
Eftir hálvleiksteðgin vóru leikarar okkara rættiliga uppsettir, so har var helst blivið tosa við stórum stavum í skiftingarrúminum. Vit løgdu B71 undir stórt trýst, og, serliga í høgru síðu, komu Torstein og Tóki til fleiri innlegg.
Og tað vóru júst teir báðir, sum áttu uppspælið til forloysandi leiðslumálið. Tóki spældi Torstein í góða støðu í síðuni. Torstein legði innlegg perfekt í høvdið á Gunleif, sum kom spurtandi inn í brotsteigini ímillum báðar miðverjarnar. Gunleif setti bara pannuna á, og so varð 2-1.
Gestirnir høvdu ikki stórvegis at bjóða uppá, men móti endanum løgdu teir 4 mans fram í álopið. Tað kundi eisini verið vandamikið, tí vit hildu á at loypa á, og eitt kontra kundi givið teimum yvirtal.
Í staðin, tíbetur, avgjørdu vit dystin. Solomon, sum var komin inn fyri Tóka, vann bóltin mitt á, og spældi fram til Gunleif. Gunleif lyfti bóltin snildisliga upp um aftasta verjuleikaran, og so kundi Holgar renna ígjøgnum. Einsamallur ivaðist hann ikki, men lobbaðu uppum málverjan til 3-1. Og so var leyst og liðugt.
Sigast skal tó, at vit høvdu fleiri aðrar møguleikar at avgerða dystin, men neyðuga hepnið var ikki við okkum.
3-1 og 3 stig eru tó ikki minni enn vit høvdu ynskt okkum.
Leygardagin verður so síðsti dysturin fyri summarsteðgin. Vit skulu tá til Havnar at møta HB í Gundadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald