Ítróttur

07Vestur: Dann og Asbjørn eru úttiknir til U-15 landsliðið

...

2014-06-18 22:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Dann Fróðason og Asbjørn Heðinson frá 07 Vestur eru úttiknir til U15-landsliðið, ið, frá 25. til 30. juli, skal taka lut í Brøndby-cup. Hetta er fjórða árið á rað at føroyska laandsliðið lutekur í hesi kapping. Mótstøðan er hørð og lið, sum Føroyar kunnu vænta at møta eru Hamburg SV, Brøndby, FC Midtjylland og OB.

Vit í 07 Vestur eru sera stolt av tykkara avrikið og ynskja tykkum góða eydnu framyvir. Vónandi ferð tað at ganga tykkum gott á landsliðnum.

Við hesari úrtøku, ber tað boð um at 07 Vestur ger eitt framúrskarandi ungdómsarbeiði og felagið nú sær úrslit av tí stóra arbeiði, sum venjarir hava lagt niður í børnini.

07 Vestur framá!!!

Kelda:07Vestur.

Eli Hentze og Hegga Samuelsenhava úttikið hesar 18 leikararnar:

Asbjørn Heðinsson og Dann Fróðason, 07 Vestur
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Andrias Edmundsson, B68
Fróði Kruse Johansen, EB/Streymur
Jógvan Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Sveinur Lava Olsen og Andrias Mikkelsen, HB
Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF
Tórur Jacobsen og Hanni Matras, KÍ
Sjúrður Pauli Nielsen og Aron Knudsen, NSÍ
Andrias Sørensen, TB
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Albert Theis Nielsen, B1908 (DK)
Mathias Larsen, Herfølge (DK)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder