2016-08-13 22:30
07Vestur: Eingin slingur varð í valsinum tá 07 Vestur á útivølli smurdu KÍ av heili 7-1. Søren legði fyri við reinum hattrickið, og Tóki og Holgar skoraðu hvør sítt og so fingu tveir leikarar síni fyrstu mál fyri 07 Vestur nakrantíð, Janus og Solomon.
Dysturin byrjaði rættiliga intenst, og tað sá út til at heimaliðið ætlaði at ræða leikarar okkara frá at spæla fótbólt. Men munurin frá undanfarnu árum er tíðiligur: í ár duga vit at geva líka væl sum fáa, og leikarar okkara settu beinanvegin heimaliðið uppá pláss, við nøkrum saftigum taklingum.
Tað tók allíkavæl ein hálvan tíma aðrenn vit fingu gongd á, men so gekk har afturímóti rættiliga skjótt. Vit høvdu lagt heimaliðið undir øgiligt trýst eina løtu. Teir megnaðu ikki at spæla undan. Vit vunnu bóltin og Søren fekk fatur á bóltinum inni í brotsteiginum, og so varð mál, hóast málverjin fekk hondina á.
Bert tveir minuttir eftir var aftur mál. Vit vunnu aftur bóltin langt uppi á vøllinum. Holgar spældi Søren einsamallan mitt eftir vøllinum, og Søren var púra tryggur, 2-0.
Søren fullførdi hattrickið innanfyri 9 minuttir. Vit spældu niðan eftir miðjuni og so fekk Søren eina avlevering har hann lá og lúrdi á kantinum á brotsteiginum. Hann smeyg sær framvið fyrsta verjuleikaranum og setti bóltin dygst við handaru stong.
KÍ-leikararnir vóru nú sjónliga frustreraðir, og tað endaði við eitt sindur av rokið mitt á vøllinum, eftir nakrar taklingar frá báðum pørtum. Dómarin valdi einki at gera við málið, men bríkslaði til hálvleiks.
Vit løgdu fyri sum eitt óløgið í 2. hálvleikið og tað gingu bert 5 minuttir so høvdu vit skorað tvey mál afturat.
Tað fyrra, til 4-0, var eisini debut-málið hjá Janus Samuelsen. 17-ára gamli miðvallarin fekk bóltin frá Søren beint framman fyri miðjuna. Hann setti ferð á, og slapp framvið tveimum mótstøðuleikarum. Komin fram móti brotsteigarmarkinum og seinasta verjuleikaranum, trekti hann eitt sindur til síðuna og smekkaði bóltin flatt í kassan. Flott ein-mannsavrik, og hjartaliga tillukku við fyrsta málinum.
Bert ein minutt seinni kom so aftur mál. Hesa ferð varð tað Tóki, sum kom í góða støðu á brotsteigarmarkinum, og hann høgdi eisini til, og so varð 5-0.
Vit høvdu nú avgjørt dystin, og tað sást ikki nakað til heimaliðið. Tað vil siga ikki fyrr enn einar tíggju minuttir fyri leiklok. Vit mistu bólin í okkara vinstru síðu og KÍ spældu ein langan bólt fram. Vit komu skeivir av bóltinum í fyrstu atløgu, og so vóru vertirnir í yvirtal, sum teir eisini útnyttaðu til at skora til 5-1.
Tað gingu tó bert 3 minuttir, so høvdu vit aftur økt. Tað kom eftir horna, har vit spældu út til Janus, sum lúrdi beint uttanfyri brotsteigin. Hann trekti til høgru og inn í brotstegin og smekkaði til. Málverjin kláraði ikki at halda og so kundi Holgar trilla returin í netið. 6-1.
Síðsta málið kom í yvirtíðini, og var eitt sindur løgið. Vit fingu horna í vinstru síðu. Solomon fór upp at skalla og rakti stongina. Hann vann sjálvur bóltin aftur, trekti uppá tvørs av málinum, inni í fimm-metrinum og smekkaði bóltin í meskarnar. Jubulin vardi ikki leingi, tí linjuverjin gjørdi vart við, at ein KÍ-leikari hevði framt hevnisøku móti Sølva og skuldi vísast av vøllinum. So løgið sum tað ljóðar, valdi dómarin, eftir at leikarin var rikin av vøllinum, at annullera málið og døma brotspark.
Solomon var sjálvsagt settur at skjóta, men málverjin hálvbjargar. Sølvi varð fyrstur á returinum, men bleiv so kliptur niður, og dómarin dømir enn eina ferð brotspark. Solomon bleiv aftur settur at skjóta, og hesa ferð bragdaði. 7-1 og Solomon hevði fingið sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur. Hjartaliga tillukku!
Fríggjadagin verður aftur dystur, og nú verður talan um veruligan toppdyst. Vit skulu til Vágs at møta FC Suðuroy, um enn ikki hava uppgivið uppflytingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald