2016-04-09 19:11
07Vestur.fo: Tað gjørdist ein rættiliga sannførandi sigur á útivølli í dag, hóast tað á pappírinum sá út sum ein sera trupul uppgáva. Holgar skoraði tvey, meðan Gunleif og Jákup Sveinbjørn fingu hvør sítt.
Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóanis á Steig, Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Jákup Sveinbjørn (Høgni), Gunleif Magnusarson (Fríði), Solomon Kwao (Rói); Holgar Durhuus.
Eyka: Høgni E. Nielsen, Rói Hansen, Fríði S. Joensen.
Vit fingu fyrsta málið uppá brotspark eftir eitt korter, sum Holgar setti í netið eftir at Gunleif varð feldur.
Heimaliðið javnaði einar 10 minuttir seinni, men innanfyri 5 minuttir, hevði Gunleif lagt okkum á odda aftur.
Vit øktu um leiðsluna stutt eftir hálvleik, tá Jákup Sveinbjørn fekk sítt fyrsta mál í ár. Móti dystarenda, fingu vit so enn eitt mál, tá Holgar stjól bóltin frá verjuni, setti beina kós móti málinum og skorið umvegis stongina.
Leygardagin er aftur dystur, tá vit skulu til Sands at leika móti Piotr og B71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald