JN

07 Vestur vann 2-1 á KÍ

...

2013-07-28 00:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 07Vestur fekk 3 kærkomin stig á Dungasandi í kvøld, tá ið teir vunnu 2-1 á gestunum úr Klaksvík. Tað var Tór Ingar Akselsen, sum stóð fyri báðum málunum hjá 07Vestur - fyrst legði hann 07Vestur á odda 1-0, tað var í 7. minutti og tá ið umleið 70 minuttir vóru leiktir skoraði Tór Ingar uppá beinleiðis frískpark, soleiðis at støðan gjørdist 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. Tað var Páll Klettskarð, sum javnaði fyri KÍ tá ið 35 minuttir vóru leiktir.

07Vestur hevur nú 11 stig fyri 16 dystir, teir hava nú vunnið 2, leikt 5 javnar og tapt 9 dystir.

5. august skal 07Vestur út á Argir, har teir skulu leika ímóti AB.

AB hevði í kvøld vitjan av EB/Streymi, AB vann 3-1, teir løgdu seg á odda beinanvegin og tá ið 7 min. vóru leiktir var støðan 2-0 til AB - AB leikti við 10 leikarum teir seinastu 20 minuttirnar av dystinum, tí Dion Split fekk reytt kort. AB hevur nú 18 stig fyri 16 dystir. 

EB/Streymur hevur eftir tapið í kvøld frásagt sær meistaraheitið í ár - nú eru tað bara HB og ÍF, sum hava møguleika at gerast føroyameistarar.

http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=303

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder