Ítróttur

07 Vestur vann 2-0 á NSÍ - myndir

...

2014-03-15 22:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru fleiri ár síðan, at fótbóltur í 1 deild er leiktur á Valloyruni, men tað eydnaðist væl hjá 07Vestur í fyrsta dystinum í ár. 07Vestur setti hol á, longu tá hálvur minuttur var leitur, støðan 1-0, tað stóð Jákup S. Olsen fyri, og longu í 17. minutti setti Sjúrður Ellefsen bóltin í NSÍ-málið, støðan 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Annars var tað 07Vestur, sum sat á fyrra hálvleiki. Fyrst í seinna hálvleiki trektu teir seg eitt sindur aftur, men komu meira við so sum seinni hálvleikur gekk.

07 Vestur: Petur Meinhard Magnussen, Høgni E. Nielsen, Jákup G. Joensen, Torstein Mýllingstind, Gunleif Olsen, Jovan Panic, Sjúrður Ellefsen (Ásmund Hansen 52 min), Hørður Johansen (Uni F. Nielsen 83 min), Jákup S. Olsen (Hanus Nielsen 70 min), Sigtór A. Petersen og Petur G. Dalbø.

Á bonkinum: Silas Eyðsteinson, Hanus Nielsen, Ásmund Hansen, Uni F. Nielsen og Beinir Guttesen.

NSÍ: Karstin Hansen, Ari Langgaard, Leivur Højgaard, Magnus Pauli Sørensen, Hans Jón Jacobsen (Bjarti Kristiansen 46 min), Michal D. Przybylski, Petur Pall Jóanesarson, Andrias Poulsen, Kristian í Lon Olsen, Árni Gregersen (Arni Oddssonur Svøðstein 46 min) og Meinhard Egilsson Olsen (Helgi Johannesen 65 min).

Á bonkinum: Bjarti Kristiansen, Arni Oddssonur Svøðstein, Jákup Mortensen og Helgi Johannesen. 

Málini fingu Jákup S. Olsen í 1. min og Sjúrður Ellefsen í 17. min.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder