Ítróttur

07 Vestur og Jákup Sveinbjørn skrivað avtalu

...

2013-10-17 04:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur skrivar: Í vikuna hava 07 Vestur og Jákup Sveinbjørn Olsen skrivað undir avtalu, ið inniber at ungi miðvallarin leikar í felagnum tvey tey komandi árini.

Jákup Sveinbjørn, sum fylti 19 fyri góðari viku síðani, hevur verið fastur á EFFO-liðið okkara síðan í summar, har hann hevur verið mest at sæð í vinstru síðu. Við sínum góða yvirblikkið og góða bóltførleika, kemur hann eisini til sín rætt mitt á miðjuni, har hann nokk helst kemur at spæla komandi nógvu árini.

Vit ynskja Jákup Sveinbjørni hjartaliga tillukku og blíðan byrð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder